see this page in englishin English
Javascript Tree Menu
Forsíða  » Lógir & Reglur 

Á aðalfundi FSF’s 2004 vóru fótbóltsfeløgini í Føroyum samd um, at minstukrøvini hjá UEFA skuldi setast í verk í Føroyum. Hetta var m.a. gjørt tí aðalendamálið við minstukrøvunum hjá UEFA er, at menna og áhaldandi betra um góðskuna innan øll øki ið viðvíkja fótbóltin í Europa.

 
Minstukrøvini hjá UEFA er ein loyvisskipan, har feløgini skulu søkja um loyvi at hava eitt lið í t.d. 1.- og 2. deild. Um felagið skal fáa luttøkuloyvið, má tað lúka nøkur minstukrøv sum fata um ítróttarlig, starvsfólkalig, bygnaðarlig, løgfrøðilig og fíggjarlig krøv.
 
Sambært reglunum hjá UEFA er tað ein óheft loyvisnevnd, ið gevur feløgunum luttøkuloyvi ella ei. Ein grannskoðari og ein løgfrøðingur má verða í loyvisnevndini.

Minstukrøvini hjá UEFA eru í ár sett í verk í øllum 52 limalondunum hjá UEFA.


Høvuðsstuðlar
Vodafone
Atlantic Airways
Aðrir stuðlar
Skálkur
Lýsarar
 
Fótbóltssamband Føroya, Gundadalur, Postrúm 3028, FO-110 Tórshavn
Telefon: 351979   Telefax: 319079
t-post:fsf@football.fo
Time: 0,27